Príslisti 

 Hjá Flex Funding fært tú, hvat tú sært. Vit hava eingi fjald gjøld. Okkara treytir eru sera einfaldar og sjónligar. Einki er skrivað við smáum. Síggj okkara príslista niðanfyri.


Íleggjari (lángevari)

Nýggj lán
Provisión


1% p.a.

Flex Funding hevur fyrisitingarkostnað. Um ein lángevari t.d. fær eina árliga rentu á 8,00% í sambandi við at bjóða uppá eitt lán vil árliga rentan veruliga verða 7,00%, tí 1 prosentstig í provisión fer til Flex Funding. Provisión verður sjávvirkandi mánaðarliga drigin frá gjaldinum fyri hvønn lánslut við 1/12% av restskuldini. Tað verður bert kravt provisión av goldnum lánsgjøldum.

Lánslutur
Avgreiðslugjald við sølu av lánspørtum


0,75%

Roknast av restskuldini á lánslutinum + seljara frádrátt/ískoyti í prísinum + rentu tíðarskeiðið. Um samlaða virði á lánslutinum er 5.350 kr., so skal gjaldast 40,13 kr. í avgreiðslugjaldi til Flex Funding.

 

Lántakari (lán til fyritøkur)

Rentur
Tann til eina og hvørja tíð lægst galdandi marknaðarrenta, sum tryggjar tína fyritøku kappingarføran prís. Lánifyrispurningurin verður almannakunngjørdur á Flex Funding Online Platforminum, sum er ein peningauppboðssøla. Her velja lánveitarar, hvussu stóra upphædd teir vilja lána til tína fyritøku, umframt hvørja rentu, teir vóna at fáa. Ein uppboðssøla varir oftast í 14 dagar. Tá uppboðssølan er av, kanst tú velja bert at taka ímóti teimum lánsboðum, sum hava tí bestu rentuna.

Rentan er føst alt lánitíðarskeiðið, sum kann vera frá 6 mánaðum upp í 5 ár. Lánið kann stovnast við ella uttan trygd, treyta av kredittmetingini. Tú kanst søkja um lán online her. Tú ert vælkomin at ringja til Flex Funding á tel. +298 23 98 40 um tær tørvar hjálp. Um tú vilt kanna lánførið hjá tíni fyritøku, kanst tú gera tað uppá fáar minuttir og heilt óbindandi.

Stovningargjald fyri lán
Lánsupphædd 200.000 – 1.999.999 kr.
Lánsupphædd 2.000.000 – 15.000.000 kr.


3,00%
2,00%



i minsta lagi 50.000 kr.

Yvirtøka av verandi láni (banka, fíggingarfelag, veðlán/realkreditt)
Lánsupphædd 200.000 – 15.000.000 kr.


1,00%

 

Um tað ikki er nóg stórur áhugi fyri láninum, ella rentan er hægri enn avtalaða rentuspennið, verður einki stovningargjald ella onnur gjøld kravd.

Lán kann søkjast til hesar ætlanir:

  • Rakstrarfígging

  • Vakstrarfígging (nýggjan marknað, nýggja vøru/tænastu, yvirtøku/keyp av fyritøku o.s.fr.)

  • Verklagsfígging

  • Framleiðsluútgerð

  • Starvspening

  • Millumfígging (bíleggingarfígging, faktorvirksemi  o.s.fr.)

Aðrir kostnaðir
Tingbókarváttan
Útskriving av nýggjum veðbrævi
Skráseting og átekning av trygdum
Veðsetingarforboð

Kostnaðir til tað almenna v.m.
Tinglýsingaravgjald
Skráseting av veðhavaraváttan
Skráseting av fíggjarváttan

Lántakari rindar allar aðrar útreiðslur t.d. tinglýsingaravgjøld.

Innfrían av láni í úrtíð
Lán kann innfríast við einum mánaða freist
Innfríanarkostnaður

Um tað ikki sæst serstakt í lánsavtaluni, kann tað ikki gjaldast eyka avdráttur av láninum.

Innfríðan av láni í úrtíð
Áminning  í sambandi við eftirstøðu
Mótrokningargjald


Í alt550 kr.

Uppsøgn av láni vegna eftirstøðu


Ókeypis
1.500 kr.
900 kr.
1.000 kr.


1,50% + 1.730 kr.
1.000 kr.
950 kr.



2.500 kr.



100 kr.
450 kr.

 

550 kr.

100 kr.

 

Um lántakari ikki hevur goldið innan 7 bankadagar eftir áminningina, vil Flex Funding kunna lántakaran um, at lánið er sagt upp og at kravið verður flutt til innheintingarfelag ella sakførara. Tá eftirstøðan verður send til innheintingar, verður kostnaðurin frá innheintingarfelagnum ella sakførara í sambandi við innheintingina løgd á lántakaran.